Her er ein lýsing av ymiskum orðum, sum verða nýtt í persónsupplýsingarlógini:
Persónsupplýsing: Ein persónsupplýsing er ein upplýsing um ein persón, sum kann kennast aftur. Sum dømi kann nevnast at mynd, rødd og fingamerki eru persónsupplýsingar.
Viðkvæm upplýsing: Viðkvæmar persónsupplýsingar eru upplýsingar um: lit og ættarslag, um átrúnaðarliga, heimsspekiliga, ella politiska sannføring, um revsiverd og kynslig viðurskifti, heilsustøðu, yrkisfelagsligt tilknýti, munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
Dátuábyrgdari: Dátuábyrgdarin er tann likamligi ella løgfrøðiligi persónur, almennur myndugleiki, stovnur ella einhvør annar, sum ásetir endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingunum.
Dátuviðgeri: Dátuáviðgerin er tann likamligi ella løgfrøðiligi persónur, almennur myndugleiki, stovnur ella einhvør annar, sum vegna dátuábyrgdaran viðger persónsupplýsingar.
Skrásetti: Verður í lógini nýtt um tann persón, sum upplýsingar verða viðgjørdar um.