Umleið 24.000 føroyingar hava eina vangamynd á Facebook
Sambært upplýsingum frá lýsingarfyritøkuni, Sendistovuni, eru flestu brúkarar í Føroyum í aldursbólkinum 25-35 ár, meðan býtið millum kvinnur og menn er rættiliga javnt, ávikavist 51,1% og 48,9%.
Dátueftirlitið gjørdi í januar 2010 eina kanning í fólkaskúlanum millum næmingar í 3.-4. flokki og 8.-9.flokki kring landið. Kanningin vísti, at 90% av hesum næmingum hava eina vangamynd á eini sosialari netsíðu, og av hesum eru 83% á Facebook.
Kanningin vísti m.a. eisini, at :
53% av næmingum í 3. flokki hava vangamynd á Facebook
73% av næmingum í 4. flokki hava vangamynd á Facebook og
ávikavist 96 og 98% av næmingunum í 8. og 9 flokki hava sína vangamynd á Facebook.
Staðfestast kann tískil, at hóast aldursmarkið á Facebook er 13 ár, so vísir kanningin, at nógv børn í 3. og 4. flokki brúka Facebook, tó at hesir næmingar bert eru 8 til 11 ára gamlir.