Nær krevst loyvi
Í høvuðsheitum krevst loyvi frá Dátueftirlitinum til eina viðgerð, tá viðkvæmar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
Viðkvæmar persónsupplýsingar eru upplýsingar um: lit og ættarslag, um átrúnaðarliga, heimsspekiliga, ella politiska sannføring, um revsiverd og kynslig viðurskifti, heilsustøðu, yrkisfelagsligt tilknýti, munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.

Viðgerð, sum loyvi ikki krevst til
Í eini kunngerð frá 2004 er ásett, at ymiskar viðgerðir eru undantiknar kravinum um viðgerðloyvi frá Dátueftirlitinum. Hetta er m.a. ein partur av viðgerðini sum advokatar og grannskoðarar gera um egin viðskiftafólk, somuleiðis er partur av viðgerð sum læknar, sjúkrarøktafrøðingar, tannlæknar, kliniskir tanntøkningar, apotekarar o.a. persónar við løggilding til at útinna virksemi innan heilsu- og sjúkrarøkt gera, undantikin kravinum um loyvi. Tá almennir myndugleikar viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar og viðgerðin hevur heimild í lóg, er viðgerðin somuleiðis undantikin kravinum um viðgerðarloyvi.  

Hvat er eitt viðgerðarloyvi
Eitt viðgerðarloyvi er loyvi frá Dátueftirlitinum um, at viðkomandi stovnur, felag, e.a. hevur loyvi at viðgera ávísar viðkvæmar persónsupplýsingar til eitt ávíst endamál og undir ávísum treytum. 

Hvussu søki eg um viðgerðarloyvi
Tú kanst søkja um loyvi við at útfylla eitt oyðublað her á heimasíðuni og senda tað inn umvegis heimasíðuna. Tú kanst eisini senda oyðublaðið við postinum. Verður oyðublaðið sent umvegis heimasíðuna, skal eitt váttanarskriv undirskrivast og sendast Dátueftirlitinum við vanligum posti.

 Dátueftirlitið avgerð um loyvi kann gevast og ásetur treytir fyri loyvinum.

Tá viðgerðarloyvi ikki krevst til eina viðgerð, skal henda tó sum høvuðsregla fráboðast Dátueftirlitinum, sí undir fráboðan.

Tíðindi
27. august 2010
Sms-boð
Dátueftirlitið hevur svarað einum fyrispurningi, har spurt varð um loyvt  ...  Les meira
21. juni 2010
Helmingurin av føroyingum á Facebook
Umleið 24.000 føroyingar hava eina vangamynd á Facebook  ...  Les meira
18. juni 2010
Vegleiðing í sambandi við at endurnýta gamla samskiftistøkni
 Í seinastuni hava fyritøkur lýst við at taka inn gamla  ...  Les meira
Fleiri tíðindi
Dátueftirlitið    Tinganes    Postboks 300    FO-110 Tórshavn    Tlf. (+298) 309100    Faks: (+298) 309101    postdatueftirlitid.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir