Persónsupplýsingarlógin er galdandi fyri bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin. Tó eru greinar í persónsupplýsingarlógini har munur verður gjørdur á tí privata og tí almenna. Dømi um hetta er viðgerðin av persónstalinum. Í grein 11 er ásett, at almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar. Hinvegin kunnu privat bert viðgera upplýsingar um persónstalið, um viðgerðin er heimilað í lóg ella við samtykki frá skrásetta ella um viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál.
Almenni arbeiðsmarknaðurin er somuleiðis reguleraður í m.a. fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit, og tí eru nógvar av reglunum frammanundan kendar innan tað almenna, meðan hugtøkini um innlit og onnur rættindi hjá skrásetta eru rættiliga nýggj innnan fyri tað privata.