|
BØRN Á NETINUM Ein vegleiðing til foreldur um, hvussu tey kunnu stuðla og hjálpa børnum og ungum, tá tey ferðast á internetinum.
Vit skulu læra børn og ung góðan fólkaskikk á netinum. Eins og vit sum foreldur hava uppalt tey til at bera seg at í veruliga lívinum, skulu vit nú uppala tey til at taka ímóti avbjóðingunum í digitala heiminum. Tað snýr seg serliga um hugburð og um at vera ansin.
Ung og elektroniskir samskiftismiðlar Dátueftirlitið sett í 2008 fokus á økið ung og elektroniskar samskiftismiðlar. Í hesum sambandi gjørdi Dátueftirlitið ein bókling saman við KT-deplinum og Føroya Tele. Heitið á bóklinginum er TAÐ ER TÍN AVGERÐ, og evnini í bóklinginum eru um ung og nýtslu av interneti, fartelefon v.m. Bóklingurin vendir sær serliga til næmingar í framhaldsdeildunum í fólkaskúlunum, men kann eisini nýtast í yngru flokkunum. Í bóklinginum eru umframt kunnandi tilfar eisini uppgávur, sum lærarar kunn nýta sum part av undirvísingini. Á vári 2008 vitjaði Dátueftirlitið allar skúlar í Føroyum, sum hava framhaldsdeildir, og greiddi frá evnunum í bóklinginum.
Sosial netverk Talið av børnum og ungum, sum nýta sosial netverk á internetinum er vaksandi, og millum tey best umtóktu eru í løtuni Habbo, Arto og Facebook. Dátueftirlitið fær javnan fyrispurningar frá bæði teimum ungu sjálvum og foreldrum, sum kæra sína neyð, tí tey verða útstillað, útspilt, happað o.s.v. á hesum sosialu netverkunum.
Í januar 2008 var ein 11 ára gamal drongur burturvístur frá Hellebæk Skúla, tí hann hevði kallað lærara sín fyri ”pædo” á heimasíðuni Arto. Seinni varð avgerðin um at burturvísa drongin broytt til, at hann skuldi skifta flokk í staðin. Tað seinasta málið av slíkum slag er, at skúlastjórin í Odense herfyri avgjørdi at melda ein bólk av núverandi og fyrrverandi næmingum, tí teir á kjak- og profilsíðuni Arto hava kallað ein navngivnan lærara ymisk ókvæmisorð, sum verða mett at vera ”ærumeiðandi og uttan fyri alt sømiligt mark, sum kann góðtakast í almenna rúminum”.
Kanningar Ein kanning sum danska miðlaráðið hevur gjørt vísur, at fjórði hvør 9-10 ára gamal næmingur hevur eina sosiala vangamynd á netinum. Serliga eru tað síðurnar Habbo, Arto og Facebook, sum eru best umtóktar.
Ein kanning í Noregi í 2006 vísti at 14 prosent av internetbrúkarum í aldrinum 9-16 ár hava sent hatskar viðmerkingar á internetinum og at 75.000 børn í Noregi hava fingið teldupost, sum hevur gjørt tey kedd ella bangin. Tí hevur tað stóran týdning, at børn og ung verða kunnað um, hvørjar skrivaðar og óskrivaðar reglur eru galdandi fyri sosiala lívið á netinum. Hetta setur krøv til bæði skúlar og foreldur, bæði at læra tey ungu, hvussu stóran týdning tað hevur at verja sínar upplýsingar á netinum og hvørjar reglur eru galdandi fyri, hvussu tey kunnu handfara upplýsingar og myndir um onnur.
Góð ráð til foreldur Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og tosa við tey um tað. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav. Persónsvernd á netinum snýr seg í stóran mun um at finna óskrivaðar reglur fyri góðum fólkaskikki. Vit lúra ikki gjøgnum lyklarhol, vit lata ikki brøv upp hjá øðrum o.s.v., og á sama hátt hevur tað stóran týdning at hugsa seg væl um á netinum. Tað er ov seint at angra, tá trýst er á enter.
Ein kanning sum Granskingardepilin fyri Økismenning gjørdi í 2007 vísir, at fýra prosent av næmingunum í føroyska fólkaskúlanum kenna seg happaði av ótespiligum boðum, samrøðum ella øðrum á internetinum ella á fartelefonini. Roknast má við at hetta talið er vaksandi so við og við sum nýtslan veksur.
Tað hevur týdning at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin. Tá ein situr heima við afturlatnari hurð er lætt at gloyma, at á internetinum stendur hurðin ofta heilt opin.
Hóast bóklingurin er gjørdur til ung í framhaldsdeildunum, so haldi eg foreldur kunnu fáa gleði av at lesa hann og á henda hátt betur skilja, hvat tað er, tey ungu fáast við á netinum. Somuleiðis eru ymiskar vegleiðingar m.a. um at strika óynskt tilfar av netinum, og 8 góð ráð um hvussu ein kann ferðast tryggari á netinum.
Bóklingurin TAÐ ER TÍN AVGERÐ og fleiri upplýsingar um evnið kunnu finnast á heimasíðuni www.datueftirlitid.fo
Ingunn Eiriksdóttir Stjóri í Dátueftirlitinum
|