Tíni rættindi Flestu okkara eru úti fyri at upplýsingar um okkum dagliga verða nýttar í ymiskum samanhangi. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning at hava í huga, at hendan nýtslan er regulerað í lóggávuni. Vit hava rættindi og tey, sum skráseta, hava skyldur.
Ein meginregla í persónsupplýsingarlógini er, at tann skrásetti í størri mun skal hava ræðið yvir upplýsingum um seg sjálvan. Ræðið skal tann einstaki fáa m.a. á tann hátt, at hann skal verða kunnaður um ymiskar viðgerðir, sum verða gjørdar, hann hevur rætt til innlit í upplýsingar um seg sjálvan og at herd krøv verða sett til, nær persónsupplýsingar kunnu nýtast.
Persónsupplýsingarlógin gevur tær sostatt nøkur rættindi viðvíkjandi upplýsingum um teg sjálvan, og tú kanst lesa meira um nøkur av hesum rættindum í §§ 26-30 í persónsupplýsingarlógini.